Landsgrannskoðanin

Landsgrannskoðanin er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum.

Landsgrannskoðanin ansar eftir, at landsroknskapurin er rættur, at roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar, at peningurin er brúktur samsvarandi galdandi játtanum, lógum og fyriskipanum, og at umsitingin er sparin og virkin.

Landsgrannskoðanin stuðlar løgtingsgrannskoðarunum í arbeiði teirra.

Tað er Formansskapur Løgtingsins, ið tilnevnir ein landsgrannskoðara at standa fyri roknskapargrannskoðanini. Landsgrannskoðarin er óheftur í virki sínum, og setir sjálvur síni starvsfólk.

1. januar 2008 tók Beinta Dam við sum landsgrannskoðari.

Heimasíðan hjá Landsgrannskoðarninum