Mannagongdin við tilnevning av løgmanni og landsstýrismonnum

Heimildina at seta og loysa úr starvi landsstýrismann hevur løgmaður einsamallur. Løgmaður verður settur eftir niðanfyri frágreiddu skipan.

Løgtingsformaðurin skal eftir stýrisskipanarlógini § 29 loysa løgmann úr starvi í førum:

  1. tá løgmaður sjálvur biður um at verða loystur úr starvi, ella
  2. tá meira enn helmingurin av øllum tingmonnunum hevur atkvøtt fyri misáliti, og løgmaður tessvegna sambært stýrisskipanarlógini § 30 er noyddur at leggja frá sær

Tá stýrisskipanin hevur sum greiða fyritreyt, at ein løgmaður altíð er, má   farast undir tilnevning av nýggjum løgmanni, um so er, at løgtingsformaðurin hevur loyst verandi løgmann úr starvi.

Verður nýval til løgtingið, í samband við at løgmaður leggur frá sær, so bíðar tilnevning til eftir valið, og løgmaður, sum leggur frá sær, starvar   fyribils til tá.

Tilnevning av løgmanni  fer ikki fram av sær sjálvum eftir løgtingsval. Hetta hendi t.d. ikki eftir løgtingsvalið  30. apríl 2002. Sitandi løgmaður helt bara fram eftir valið uttan at løgtingið kom uppí og hann tryggjaði sær sítt parlamentariska grundarlag við nýggjari samgonguavtalu.

Løgmanstilnevndin fer bert fram í teim førum løgmaður sjálvur leggur frá sær, tí hann heldur, tað vera hóskandi, ella um so er, at hann fyri valið ella eftir valið hevur fingið tingsins misálit. Fyri tí um løgmaður ikki fær eitt týdningarmikið mál ígjøgnum í løgtinginum, t.d. fíggjarlógaruppskot sítt, so skal hann heldur ikki frá. Tað er ikki uttan at hann í hesum sambandi sigur, at hetta er ein so týdningarmikil spurningur, at hann ikki kann liva við hesum politiskt og tí av sínum eintingum leggur frá sær. Ein sokallaður kabinetspurningur.

Lógarreglurnar um løgmanstilnevning finnast í stýrisskipanarlógini § 28, og um formligu mannagongdina á tingi eru reglur í tingskipanini § 46.

Í stýrisskipanarlógini § 28 verður sagt:

§28. Tá ið løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs.
Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. Um løgtingsval verður, ella løgmaður doyr, gongur freistin ávikavist frá tí degi, fyrsti tingfundur var eftir valið, ella frá tí degi, ið løgmaður doyði.
Stk. 3. Løgtingið skal í seinasta lagi 4. yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð, greiða atkvøðu um uppskotið. Atkvøður meiri enn helmingur av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt.
Stk. 4. Havnar løgtingið uppskoti frá løgtingsformanninum um løgmansevni, boðar formaðurin aftur til samráðs sambært stk. 1 og setir innan 4 yrkadagar eftir, at uppskot hansara var havnað, framaftur uppskot um løgmansevni, sum løgtingið sama dag greiðir atkvøðu um eftir reglunum í stk. 3.
Stk. 5. Um so er, at løgtingið fýra ferðir hevur felt uppskot løgtingsformansins um løgmann, skrivar starvandi løgmaður út nýval til løgtingið.

 §46 í tingskipanini supplerar stýrisskipanarlógina § 28. Hon er soljóðandi:

"§ 46. Løgtingsformaður leggur á løgtingsfundi eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 28 fram uppskot at velja løgmann. Atkvøtt verður um uppskotið eftir reglunum í somu grein. Tað verður ikki umrøtt.
Stk. 2. Løgtingsformaðurin ger av, nær atkvøðugreiðsla skal verða. Slík atkvøðugreisla kann tó eftir stýrisskipanarlógini § 28 stk. 3 og 4 ikki vera seinni enn 4. yrkadagin eftir framløgu, og er uppskot fyrr felt, tá sama dag".

So sum § 28 í stýrisskipanarlógini er orðað, so skal samráðsmannagongdin eftir stk. 1, har løgtingsformaðurin boðar formanninum fyri hvørjum flokki á fund, nýtast hvørja ferð, tá ið løgmansembætið er leyst. Hugsa vit okkum t.d. støðu, har vit hava eina meirilutasamgongu, har løgmaður leggur frá sær av persónligum ávum, og samgongan er samd um, at varaløgmaður skal taka við eftir hann, so ber ikki til, at løgtingsformaðurin uttan at hava samráð við allar floksformenninar, leggur uppskot fyri tingið um at velja varaløgmann til løgmann.

Eftir § 28 skal samráð formansins bert vera við ein persón frá hvørjum flokki, hesin persónur skal vera formaðurin á tingi fyri hvønn einstakan flokk. Einki verður í § 28 sagt um, nær samráðið skal fara fram, ella um tað kann fara fram í fleiri førum.

Bert løgtingsformaðurin hevur eftir § 28 heimild at leggja fyri løgtingið uppskot til løgmann. Vanligir tingmenn hava ikki hesa heimild.

Løgtingsformaðurin kann ikki bíða so leingi, sum hann vil, áðrenn hann leggur fyri tingið uppskot til løgmann. Hetta skal henda innan 10 yrkadagar eftir, at fráfarandi løgmaður bað um at verða loystur úr embæti. Um løgtingsval verður, ella løgmaður doyr, gongur freistin ávikavist frá tí degi, fyrsti tingfundur var eftir valið, ella frá tí degi, ið løgmaður doyði.

Atkvøðugreiðsla á tingi um uppskotið skal so fara fram innan 4 yrkadagar. Av tingskipanini § 46 skilst, at eingin umrøða verður um løgmansevni á tingi. Sostatt ber ikki til at tingast innantings um samgongugrundarlagið, áðrenn atkvøtt verður. Hetta má gerast uttantings. § 46 leggur upp til løgtingsformannin at gera av, nær ið atkvøðugreiðsla skal verða; sjálvandi innan fyri 4 daga lógásettu frestina.

Vanligi atkvøðugreiðsluhátturin á tingi er ikki galdandi við løgmanstilnevning. Vanligt er, at eru fleiri atkvøður fyri enn ímóti, so er uppskotið samtykt. Eru færri fyri, ella líka nógvar fyri sum ímóti, er uppskotið fallið. Við løgmanstilnevning er atkvøðuhátturin soleiðis, at uppskotið er samtykt, uttan so er, at meiri enn helmingurin av øllum tingmonnum, t.v.s. sum nú er 17 tingmenn, eru ímóti.

Tað kann tí koma fyri, at eitt løgmansevni verður valt, sum eftir vanliga atkvøðuháttinum vildi verið vrakað. Hetta kann gerast greiðari við einum svenskum dømi frá oktober 1978. Ríkisdagsformaðurin skeyt upp at velja Ullsten sum forsætismálaráðharra. 39 tingmenn atkvøddu fyri honum (fp), 66 atkvøddu ímóti (m+vpk). 215 tingmenn (s + k) atkvøddu ikki. Ullsten varð tá valdur forsætismálaráðharri.

Atkvøtt verður ikki sum fyrr, loyniliga við seðlum, men nú verður atkvøtt sum vanligt við telduskipanini, sbr. tingskipanini § 76 stk. 1, soleiðis at skrásett verður, hvat hvør einstakur tingmaður hevur atkvøtt.

Frestirnar, sum settar eru, gera, at eftir eitt løgtingsval, har løgmaður frammanundan valinum hevur lagt frá sær, kunnu ongantíð ganga meiri enn 44 dagar (talið verður tó hægri um mishalgidagar eru) frá løgtingsvaldegnum, til vit hava ein nýggjan løgmann, ella at starvandi løgmaður hevur skrivað út nýtt løgtingsval.

Tá ið løgtingsformaðurin luttekur í tí politisku prosessini, sum er at tilnevna løgmann, heldur hann seg til ta meginstevnu, at hann virkar so ópolitiskt sum gjørligt, og meiri virkar sum ein katalysator í løgmanstilnevningarprosessini.

Høvuðsstarv løgtingsformansins í løgmanstilnevningini er at gera eina meting av, hvør persónur ella persónar sum løgmansevnisuppskot við eini atkvøðugreiðslu á tingi hava møguleika ikki at fáa ein meiriluta á tingi ímóti sær.