Býti av løgtingsmálum í mun til løgtingsnevndirnar

Løgtingsformaðurin hevur tikið avgerð um, at løgtingsmálini verða býtt soleiðis í nevnd:

Løgtingsmál frá løgmanni verða beind í Rættarnevndina, tá talan er um lógarmál v.m. Er talan um yvirtøkumál og yvirskipaðu viðurskifti Føroya mótvegis Danmark, verða hesi beind í Uttanlandsnevndina.
Løgtingsmál frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum verða beind í ávikavist Uttanlandsnevndina og Mentanarnevndina.
Løgtingsmál frá landsstýrismanninum í heilsumálum verða beind í Trivnaðarnevndina.
Løgtingsmál frá landsstýrismanninum í almannamálum verða beind í Trivnaðarnevndina.
Løgtingsmál frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verða beind í Vinnunevndina.
Løgtingsmál frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum verða beind í Fíggjarnevndina, tó undantikið løgtingsmál um samferðslu og ferðslu, sum verða beind í Rættarnevndina.
Harafturat verða øll uppskot til verklagslógir eisini beind í Fíggjarnevndina.
Løgtingsmál frá landsstýrismanninum í vinnu- og umhvørvismálum verða beind í ávikavist Vinnunevnd og Rættarnevnd á henda hátt:
Vinnunevndin: Vinnumál (herundir ALS- og barsilsskipanarmál), landbúnaðarmál og orkumál.
Rættarnevndin: Innlendismál, kommunumál og umhvørvismál (herundir arbeiðsmarknaðar- og arbeiðsumhvørvismál).

Á Løgtingi, 4. oktober 2019

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður