Tingfundur 80/2013

Stað:

Ár 2014, týsdagin hin 29. apríl, kl. 12:00, varð tingfundur settur.


BI/td
 

80. fundur

Ár 2014, týsdagin 29. apríl, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Kristin Michelsen, dagfest 28. apríl 2014, við umsókn um farloyvi frá týsdegnum 29. apríl 2014, og at næsti á lista Javnaðarfloksins tekur sæti á tingi. 
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Helena Dam á Neystabø, sum áður hevur verið á tingi, tekur sæti.

Samtykt

Til viðgerðar:

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (avtøka av Apoteksgrunninum)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 109/2013: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll um broyting av sáttmálanum millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 103/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og fram­leiðslu av kolvetnum

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

4.        3. viðgerð av tingmái nr. 104/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.”

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

5.        3. viðgerð av tingmáli nr. 118/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (nummarportabilitet o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2013: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum Húsalánsgrunnurin 2012

Uppskotið samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2013: Uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar, ið skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar

Uppskotið samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt

Uppskotið samtykt 26-2-3
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul – (hækkan av stuðulsveitingini)

Uppskotið samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

Uppskotið fall 12-0-16
Málið avgreitt

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2013: Uppskot til samtyktar um frá forskattaðum pensjónsflatskatti til progressivan pensjónsskatt við útgjald

Uppskotið fall 11-0-20
Málið avgreitt

12.     2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2013: Uppskot til samtyktar um at taka av føroysku fólkatingssessirnar

Uppskotið fall 7-1-23
Málið avgreitt

13.    3. viðgerð av tingmáli nr.43/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje” (avlurting og videoavhoyring av børnum)

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Rættarnevndini fall 10-0-17
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Rættarnevndini samtykt 17-0-10
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-10
Málið avgreitt

14.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 
102/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnis­virksemi (Um at loyvishavarar skulu skráseta deild ella felag og hava umboð búgvandi í Føroyum), nr. 111/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring og nr. 148/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 30. apríl 2014, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2013: Uppskot til løgtingslóg um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2013: Uppskot til løgtingslóg um førleikameting

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 122/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 134/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2013: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum við serligum tørvi lógartryggjaðan rætt til stuðlandi og mennandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2013: Uppskot til samtyktar um samansett størv hjá yrkistónleikarum

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 129/2013: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn útbúgving fyri hjálparfólk á námsfrøðiliga økinum

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 131/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 133/2013: Uppskot til samtyktar um førleikamenning av lærarum og leiðslu fólkaskúlans

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 139/2013: Uppskot til samtyktar um at byggja lestraríbúðir

12.    Framløga
 
 
Fundur lokin kl. 17.40
 
 
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður