Gerðabók: 2. Vinnunevndarfundur

Fundur 2/2025

Vinnunevndin

Ár 2025, fríggjadagin hin 7. november, kl. 09:34, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-006/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) (Burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið, TAKS fær heimild at krevja upplýsingar, roknskapartilfar o.tíl., ásetingar um rentu, innheintan, panting og afturhald í inntøku verða settar inn, broytt revsiásetingin o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-028/2025 Uppskot til samtyktar um økt fiskidagatal í bólki 5 B

    Fyri Meginfelag Útróðrarmanna kom Finnbjørn Vang, formaður, á fund kl. 9.40. Fór av fundi kl. 10.15.

    Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, Elin Mortensen, aðalstjóri, Jens Helgi Toftum, fulltrúi, Betzy Ludvig, løgfrøðingur, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni og Eydna í Homrum, fiskifrøðingur á Havstovuni komu á fund kl. 10.15. Fóru av fundi kl.11.00.

Fundurin lokin kl. 12:53