Gerðabók: 10. vinnunevndarfundur

Fundur 10/2025

Vinnunevndin

Ár 2026, mánadagin hin 11. mai, kl. 09:00, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-093/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Avtaka markið á 300 bruttotons fyri útlendskar P & I-tryggingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-094/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt (Ásetan av panti og rakstrargjaldi, tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara)

    Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, kom saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Rúnu Fossdal Guttesen, løgfrøðingi á TAKS, á fund kl. 9.10. Fóru av fundi kl. 9.30.

    Fyri Poul Michelsen, heilsølu, komu Gunnar Mohr, stjóri, og Sjúrður Ludvig, søluleiðari, á fund kl. 9.30. Fóru av fundi kl. 9.45.

    Fyri Føroya Bjór komu Einar Waag, stjóri, Karsten Hansen, fíggjarleiðari, og Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari, á fund kl. 9.50. Fóru av fundi kl. 10.00

    Fyri IRF komu Sigurd L. Lamhauge, stjóri, og Andrias Joensen, tekniskur leiðari, og Rógvi Andreas Fossádal, verkætlanarleiðari, á fund kl. 10.10. Fóru av fundi kl. 10.30.

    Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis H. Niclasen, kom saman við Hilmar Høgenni, deildarstjóra, Høgna Iversen, fulltrúa, Sigurd L. Lamhauge, stjóra í IRF, Andrias Joensen, tekniskum leiðara, og Rógva Andreas Fossádal, verkætlanarleiðara í IRF, á fund kl. 10.35. Fóru av fundi kl. 11.00.

  3. LM-099/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin) (Heimild at skjóta grágás og brandgás)

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  4. LM-101/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Longd gildistíð, nágreina ella fáa heimildir til at skipa fiskiskapin, at boða frá útluting, at sýta útlendskum skipum at taka ímóti vørum, veitingum og at umskipa o.tíl., at avhenda rættindi at fiska av felagskvotu, at geva undantak frá at landa í Føroyum við fráboðan o.a.)

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  5. LM-104/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) (Nágreinað verður, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevndar av løgtingslógini)

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  6. LM-103/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Um at leingja sólseturáseting í fjarskiftislógini)

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

Fundurin lokin kl. 11:18