Leiðreglur um samráð

Tingskipanin § 24, stk. 5:
Stk. 5. Um í minsta lagi 5 limir ynskja tað, kunnu nevndirnar, hóast regluna í stk. 4,  seta løgmanni ella landsstýrismanni spurningar um ávís viðurskifti. Spurningarnir verða settir skrivliga, og nevndin kann biðja um skrivligt svar,  ella at løgmaður ella landsstýrismaðurin kemur  á fund við nevndina at svara spurningunum. Er eingin freist ásett, eiga spurningarnir at verða svaraðir innan 2 vikur eftir, at teir eru settir. Sær løgmaður ella landsstýrismaður seg ikki føran fyri at svara, skal hann skjótast tilber við skrivligari grundgeving boða nevndini frá hesum.

Mannagongd
Um nevndarlimur ynskir samráð, eigur hann at venda sær til formannin í nevndini um at kalla nevndina til fundar at taka støðu til, um undirtøka er fyri hesum, t.e. at 5 nevndarlimir taka undir við ynskinum. Kallað verður inn til fundar á vanligan hátt.
Spurningarnir, sum ætlaðir eru at seta løgmanni ella landsstýrismanni, verða lagdir fram á nevndarfundinum. Um spyrjarin ynskir, at nevndarlimirnir fáa spurningarnar innan fundin, má hann sjálvur skipa fyri hesum.

Um nevndin ger av, at samráð skal verða, tekur nevndin støðu til hetta:

  • Hvørjir spurningar skulu sendast løgmanni ella landsstýrismanninum.
  • Um løgmaður ella landsstýrismaðurin skal svara skrivliga ella koma á fund at svara spurningunum.
  • Møguliga freist fyri, nær spurningarnir skulu verða svaraðir.

Nevndarskrivarin ger spurningarnar klárar. Nevndarformaðurin skrivar undir skrivið, ið verður sent løgmanni ella landsstýrismanninum.
Hetta skriv verður lagt á heimasíðuna, sum nevndarskjal, um ikki serligar orsakir eru til, at málið skal viðgerast í trúnaði.

Munnligt samráð
Tá løgmaður ella landsstýrismaður kemur á fund, fær tann, sum hevur ynskt samráðið, orðið at grundgeva fyri spurningum sínum.
Løgmaður ella landsstýrismaðurin fær síðan orðið at svara. Nevndarlimir eiga ikki at umrøða svarið, men kunnu seta fram ískoytisspurningar. Løgmaður ella landsstýrismaðurin kann velja at svara hesum spurningum skrivliga. Ískoytisspurningar eiga at vera um sama evni, sum upprunaspurningarnir vóru um, og kann løgmaður ella landsstýrismaðurin nokta at svara, um hann heldur, at spurningur er farin út um evni.
Ískoytisspurningar verða endurgivnir í gerðabókini, um ikki serligar orsakir eru til, at spurningarnir eru í trúnaði.
Tá spurningarnir eru svaraðir, fer løgmaður ella landsstýrismaðurin av fundi, og nevndin viðger tá, um svarið er nøktandi, ella um fleiri spurningar eiga at verða settir. Um so er, er mannagondin tann sama, sum ásett omanfyri.
Tað er ikki loyvt at endurgeva frá tí, sum farið er fram á fundinum, men løgmaður, landsstýrismaðurin og nevndarlimir kunnu greiða frá egnum sjónarmiðum.
Um løgmaður ella landsstýrismaðurin gevur nevndini sítt talupappír, verður hetta lagt á heimasíðuna sum nevndarskjal uttan so, at tað verður latið í trúnaði.
Til tess at forða fyri, at misskiljingar koma í, verður tað, sum fer fram á hesum fundum, bandað.

Skrivligt samráð
Mannagongdin er tann sama við tí undataki, at løgmaður ella landsstýrismaðurin svarar skrivliga. Spurningar og svar verða løgd á heimasíðu tingsins, sum nevndarskjøl, um ikki serligar orsakir eru til, at málið skal viðgerast í trúnaði.

Samtykt á fundi í formansskapinum 3. august 2020

 

Jógvan á Lakjuni
formaður

                                                                      /Johnhard Klettheyggj
                                                                    stjóri