Nevndarfundur - Vinnunevndin
Byrjan týsdagur, 13. apríl 2021, kl. 09:00
Høli Fundarhøli 1
Skrá 1 Gerðabók
2 LM-086/2020 - Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarafyritøkum
3 LM-087/2020 - Uppskot til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin)
4 LM-099/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin) (Heimild at skipa kommunal tilbúgvingarøki, stovnseta ein vaktsentral, skipa Kreppuráð og Átaksráð og gera tillagingar)
5 LM-100/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild hjá landsstýrismanninum at krevja rættindahavarar eftir upplýsingum og at taka veiðirættindi aftur, strika treytina um veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 5 í sambandi við ávíst slag av vinnuligum royndum og verkætlanum ávikavist fyri royndarfiskiskap og vinnuligar fiskiroyndir)
6 LM-101/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om betalinger
7 LM-102/2020 - Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov sigtende til at lette Udarbejdelsen af nye Skøde- og Panteregistre på Færøerne
8 LM-103/2020 - Uppskot til løgtingslóg um økisnøvn á internetinum (Netøkisnavnalógin)
9 LM-104/2020 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m. (Heimild at skjóta grágás, treytir fyri at fáa loyvi til tess, ásetingar um kanningar og vísindaligar teljingar og lógartøkniligar og málsligar rættingar)
10 LM-105/2020 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) og anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde (Fylgibroytingar til broytingar í grannskoðaralógini og um at seta í gildi ES PIE-fyriskipan)
11 LM-106/2020 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin) (um at seta í gildi broytingar í 8. vinnufelagasdirektivinum o.a.)
12 LM-107/2020 - Uppskot til løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga (PIE-fyriskipanin)
13 LM-118/2020 - Uppskot til samtyktar um at taka burtur oyramerkingina av barsilsdøgunum og at lyfta hámarkið fyri útgjald í Barsilsskipanini
14 LM-129/2020 - Uppskot til samtyktar um at seta í verk sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa eitt barn, áðrenn tað er myndugt.
15 LM-131/2020 - Uppskot til samtyktar um at leggja avgjald á óvirkaðan fisk
Viðmerkingar Innkallingar: Kl. 09.15 Elektron (LM-103) Kl. 09.40 FO-ráðið saman við umboði frá Trygdartøkni (LM-103) Kl. 10.05 Bóndafelag Føroya (LM-104) Kl. 10.30 Árni Vitalis, Veiði- og skjótifelag Føroya (LM-104) Kl. 10.45 Javnstøðunevndin (LM-118) Kl. 11.10 Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum saman við Barsilsskipanini (LM-118) Kl. 11.35 Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum (LM-103 og LM-129) Kl. 12.00 Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum saman við Búnaðarstovuni (LM-104)