Ferðir

Møguleiki er hjá nevndunum annaðhvørt ár at fara uttanlands at kunna seg við viðurskifti, sum viðvíkja arbeiðsøkinum hjá nevndini.
Samlaða árliga játtanin hjá Løgtinginum til nevndarferðir er 600.000,- kr. Hendan játtanin hevur verið býtt soleiðis, at tríggjar nevndir hava fingið møguleika at fara uttanlands um árið. Møguleiki er tó eisini fyri, at bara ein partur av nevndini fer avstað hvørja ferð, soleiðis at rúm verður fyri fleiri nevndarferðum.
Tað er ikki vanligt, at Landsstýrismálanevndin er uttanlands, men er tað  tó komið fyri.
Uttanlandsnevndin vitjar annaðhvørt ár Føroyanevndina hjá Fólkatinginum í Keypmannahavn. Hendan ferðin verður ikki drigin frá lutinum hjá Uttanlandsnevndini í játtanini til nevndarferðir, men verður hildin av samlaðu játtanini. Tað sama er galdandi, tá nevndarlimir úr øðrum nevndum og tingmenn annars verða bodnir at luttaka í fundum og tiltøkum hjá Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum.
Ferðir innanlands verða heldur ikki drignar frá lutinum hjá viðkomandi nevnd í játtanini til nevndarferðir, men verða hildnar av samlaðu játtanini. Ferðir innanlands eru tó ikki nógvar í tali.
Ferðin verður løgd til rættis í samráð við umsitingina og skal góðkennast av løgtingsformanninum. Hetta er eisini galdandi fyri ferðir at vitja Føroyanevndina hjá Fólkatinginum, Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið og ferðir innanlands.
Árskalendarin hjá Løgtinginum er lagdur soleiðis til rættis, at rúm er gjørt fyri nevndarferðum í endanum av mai, í juni og í september.