Nevndarfundur - Vinnunevndin
Byrjan mánadagur, 29. apríl 2024, kl. 10:00
Høli Fundarhøli 2
Skrá 1 Gerðabók
2 LM-081/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)
3 LM-097/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)
4 LM-098/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
5 LM-099/2023 - Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)
6 LM-103/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og møguleikan at avgreiða mál við fráboðan)
Viðmerkingar Innkallingar: Kl. 10.00 Kommunufelagið (LM-099) Kl. 13.15 Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum saman við Búnaðarstovuni (LM-099) Kl. 13.45 Hagafelagið (LM-099) Kl. 14.15 Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum saman við Akstovuni (LM-081 og LM-103)