Gerðabók: Vinnunevndin

Fundur 1/2020

Vinnunevndin

Ár 2020, týsdagin hin 29. september, kl. 09:32, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Anna Rein

Gerðabøkur at góðkenna

Gerðabókin varð útsett til komandi fund.


Til viðgerðar
  1. LM-004/2020 Uppskot til samtyktar um at tryggja ókeypis og lætta atgongd til grundleggjandi bankatænastur

    Umboð fyri Felagið Peningastovnar, Árni Ellefsen, stjóri, kom á fund kl. 9.30.

    Han fór av fundi kl. 10.00.

    Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, kom á fund kl. 11.30 saman við embætisfólki sínum, Herálvi Joensen, aðalstjóra, Pól Edvard Egholm, deildarstjóra, Sørin P. Sørensen, ráðgeva, og Johannes Paula Poulsen, fulltrúa.

    Teir fóru av fundi kl. 12.15.


    Avgjørt varð at skriva álit í málinum.

  2. LM-017/2020 Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)

    Umboð fyri Felagið Peningastovnar, Árni Ellefsen, formaður, kom á fund kl. 9.30.

    Hann fór av fundi kl. 10.00.

    Umboð fyri LÍV, Jan Jakobsen, stjóri, kom á fund kl. 10.00.

    Hann fór av fundi kl. 10.30

    Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, kom á fund kl. 10.30 saman við embætisfólki sínum Sørin P. Sørensen, ráðgeva og umboðum fyri Tryggingareftirlitið, Katrinu Mariu Johannesen, ráðgeva, og Gudmundi Nónstein, ráðgeva.

    Tey fóru av fundi kl. 11.00.

    Umboð fyri Felagið Føroyskir Grannskoðarar, Heini Thomsen, virkandi formaður, Mark T. Højgaard, Tórur við Áir og Jóhannes Færø, komu á fund kl. 11.00.

    Teir fóru av fundi kl. 11.30.

    Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen kom á fund kl. 11.30 saman við embætisfólki sínum, Herálvi Joensen, aðalstjóra, Pól Edvard Egholm, deildarstjóra, Sørin P. Sørensen, ráðgeva, og Johannes Paula Poulsen, fulltrúa.

    Teir fóru av fundi kl. 12.15.

    Avgjørt varð at skriva álit í málinum.

  3. LM-022/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 08.10.2020, kl. 09:00, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabøkur
  2. LM-004/2020 - Uppskot til samtyktar um at tryggja ókeypis og lætta atgongd til grundleggjandi bankatænastur
  3. LM-017/2020 - Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
  4. LM-022/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)

Fundurin lokin kl. 12:20