Tingfundur 56/2014

Stað:

Ár 2015, týsdagin hin 24. mars, kl. 11:00, varð tingfundur settur.


BI/td
56. fundur 

Ár 2015, týsdagin, 24. mars, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Bill Justinussen og Gunvør Balle eru á fundi við Útnorðurráðnum. Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og ríkis­umboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:
 
 

1.             2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2014: Uppskot til samtyktar um at leggja ognar­rættin, raksturin og umsitingina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjálv­støðugt alment felag

Uppskotið fall 1-0-19
Málið avgreitt

Fundur niðurlagdur kl. 12.26
Fundur uppafturtikin kl. 13.33

2.             2. viðgerð av tingmáli nr.67/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (Fylgibroyting tí málsøkið antikvarisk serskipan fyri Koltur er flutt)

Uppskotið samtykt 18-2-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.             2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart og lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer (Broytingar viðv. gjøldum, kanningarskylda hjá Skaðanevndini, tilbúgving á flogferðsluøkinum, ávísar uppgávur hjá politinum savnast í uppgávufelagsskapir og skráseting av rættindum hjá flogførum.)

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð


4.             1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Horizon 2020- Sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldið

Málið beint í Uttanlandsnevndina

5.             1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna endurskoðaða NAFO sáttmálan

Málið beint í Uttanlandsnevndina

6.             1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift

Málið beint í Rættarnevndina

7.             1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.

Málið beint í Rættarnevndina

8.             1. viðgerð av tingmáli nr.97/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um keyp (Leingjan av fráboðanarfreistini o.a.)

Málið beint í Rættarnevndina

9.             1. viðgerð av tingmáli nr. 130/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya (val, fólkaatkvøða og løgmansval)

Málið beint í Rættarnevndina

10.         Framløga
Formaðurin boðaði frá,
- at Uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 82/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd frá 12. juni 2012 og
-at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 50/2014: Uppskot til samtyktar um varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum starvi

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 25. mars 2015, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

 

1.             1. viðgerð av tingmáli nr. 100/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av viðbót til fólkapensjón)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

2.             1. viðgerð av tingmáli nr. 132/2014: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn, samskipa og menna eina skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum
Málið verður beint í Mentanarnevndina

3.             1. viðgerð av tingmáli nr. 122/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (sáttmálaviðurskifti og revsing)
Málið verður beint í Vinnunevndina

4.             1. viðgerð av tingmáli nr. 140/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. og løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. (styttri tíðarfreistir og heimild at leggja ymiskar frágreiðingar fyri Tingið, sum uppskot til samtyktar)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.             1. viðgerð av tingmáli nr. 131/2014: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum við serligum tørvi lógartryggjaðan rætt til stuðlandi og mennandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

6.             Framløga

 
 
 
 
Fundur lokin kl. 17.20
 
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður
 

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður