Tingfundur 69/2016

Stað:

Ár 2017, mikudagin hin 10. mai, kl. 11:00, varð tingfundur settur.


BI/td

 

69. fundur 

 

Ár 2017, mikudagin 10. mai kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Landsstýris­menninir  Poul Michelsen og Eyðgunn Samuelsen og ríkisumboðs­maðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:  

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af forskellige lovbestemmelser om aktindsigt m.v.

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden af lov om offentlighed i forvaltningen for sager om færøske anliggender

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi (Heimild at leingja leitiloyvi við upp til 4 árum)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 72/2016: Uppskot til løgtingslóg um fjórða útbjóðing­arumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Kanning av vanlukkum á sjónum)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 110/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar (Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

8.       3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar (Siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur  av rakstrarútreiðslunum)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-2-0
Málið avgreitt

9.       3. viðgerð av tingmáli nr. 112/2016: Uppskot til løgtingslóg um musikkskúla­skipan

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

10.    3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Sjálvboðin trygging, persónsskari og gjald)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

11.    3. viðgerð av tingmáli nr. 131/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Stuðul til fyriskipanir uttanlands)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald  (Afturbering av meirvirðisgjaldi fyri elakfør og vetnisakfør)

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Fíggjarnevndini fall 14-0-15
Uppskotið samtykt 17-0-12
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 111/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Studningur til aspirantar 12. mánaðin, stuðulsupphæddir ikki javnaðar í 2017 og heimild til Studna at lata upplýsingar til TAKS)

Uppskotið samtykt 25-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

14.    2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Um innflutning av ethanoli til rúsadrekkaframleiðslu o.a.

Uppskot frá Jenis av Rana, um at beina málið aftur í nevnd fall 7-0-17
Uppskotið samtykt 19-0-5
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

15.    2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2016: Uppskot til løgtingslo?g um broyting i? løgtingslo?g um meirvirðisgjald (Mvg-fri?tøka av føroyskum bátasmíði)

Uppskotið samtykt 19-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

16.    2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2016: Uppskot til samtyktar um at selja almenna partin av Bank Nordik

Uppskotið fall 2-0-19
Málið avgreitt

17.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk) og nr. 117/2016: Uppskot til samtyktar um trúboðanarvirki v.m.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 11. mai 2017, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 116/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti.

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 108/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2016: Uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild til fígging av bústaðarbygging)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 103/2016: Uppskot til løgtingslóg um talgildu Føroyar

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Undantaka smærri føroysk handilsskip frá loðsskyldu)

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2016: Uppskot til løgtingslóg um filmshús

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2016: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra ognina Eiragarður 14/16

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2016: Uppskot til løgtingslóg um at byggja bústaðir í Tórshavn, til menningartarnað og fjølbrekað

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 118/2016: Uppskot til samtyktar um bunkring

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2016: Uppskot til løgtingslóg um at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2016: Uppskot til løgtingslóg um at útvega teknisku skúlunum nútíðarhóskandi útgerð og amboð

13.    Framløga

Fundur lokin kl. 14.25

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður