Gerðabók: Fíggjarnevndin

Fundur 18/2020

Fíggjarnevndin

Ár 2020, mikudagin hin 9. desember, kl. 09:00, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-029/2020 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021

    Kl. 10.30 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Atla Leo, fulltrúa, á fund

    Teir fóru av fundi kl. 11.10.


    Gjørt varð av at skriva álit.

  2. LM-030/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-057/2020 Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2019
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-061/2020 Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík

    Kl. 9.15 komu fyri Runavíkar kommunu Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Marita Hentze, leiðari á teknisku deild, og fyri LBF Andras Ortind, prosjekteringsleiðari, á fund.

    Tey lótu nevndini skrivligt tilfar á fundinum.

    Tey fóru av fundi kl. 10.05.


    Kl. 10.05 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Mariu Michelsen, fulltrúa, og fyri Landsverk Sigurdi Lamhauge, stjóra, og Boða Haraldsson, leiðara á virkisdeildini, á fund.

    Landsstýrismaðurin lat nevndini skrivligt tilfar á fundinum.

    Tey fóru av fundi kl. 10.30.

  5. Fundur niðurlagdur 09/12 kl. 11:10

    Fundur uppafturtikin 09/12 kl. 14:05

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 10.12.2020, kl. 09:00

Fundurin lokin kl. 14:20