Gerðabók: Fíggjarnevndin

Fundur 22/2020

Fíggjarnevndin

Ár 2021, hósdagin hin 14. januar, kl. 09:10, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-057/2020 Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2019
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-063/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn (Sambýlið á Mýrini í Hoyvík)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-065/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin frá 252 mió. kr. til 522 mió. kr.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-066/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)

    Kl. 9.15 komu fyri Auto Taxi Dia Midjord, stjóri, og Heini Restorff, loyvishavari, á fund. Teir fóru av fundi kl. 9.35.


    Kl. 9.35 komu Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, Poul Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service, og Gunnar Nielsen, fíggjar- og varastjóri í Reyni Service og Auto Service, á fund. Teir fóru av fundi kl. 10.10.


    Kl. 10.10 kom Gunnar Justinussen, fyrrverandi bilseljari, á fund. Hann fór av fundi kl. 10.35.


    Kl. 11.20 kom Eyðun Lauritsen, stjóri á Sp/f Rhesa, á fund. Hann fór av fundi kl. 11.45.


    Kl. 11.45 kom Ólavur Poulsen á fund umvegis internetið. Hann fór av fundi kl. 12.10.


    Kl. 13.00 kom fyri Ringrás Hannes Lesch á fund. Ingmar Valdemarson á Løgmansbø luttók umvegis internetið Teir fóru av fundi kl. 13.30.


    Kl. 13.30 komu fyri Føroya Náttúruverndarfelag Jón Kragesteen og Gunnar Restorff á fund. Teir fóru av fundi kl. 13.55.


    Kl. 13.55 komu fyri SEV John Zachariassen, nevndarformaður, Hákun Djurhuus, stjóri, Terji Nielsen, menningarleiðari, og Bogi Bentsen, fyrisitingarleiðari, á fund. Teir fóru av fundi kl. 14.40.


    Kl. 14.40 kom landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, saman við embætisfólkum sínum Hilmari Høgenni, deildarstjóra, og Anni á Hædd, ráðgeva, og fyri Umhvørvisstovuna Sigurði í Jákupsstovu, stjóra, og Kára Mannbjørn Mortensen, deildarleiðara, orkumál, á fund. Tey fóru av fundi kl. 15.00.


    Kl. 15.00 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Anniku Poulsen, fulltrúa, og fyri TAKS, Birtu Biskopstø, deildarleiðara, og fyri Akstovuna, Jákupi Jacobsen, stjóra, á fund. Tey fóru av fundi kl. 16.10.

  5. LM-067/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)

    Kl. 9.35 komu Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, Poul Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service, og Gunnar Nielsen, fíggjar- og varastjóri í Reyni Service og Auto Service, á fund. Teir fóru av fundi kl. 10.10.


    Kl. 10.10 kom Gunnar Justinussen, fyrrverandi bilseljari, á fund. Hann fór av fundi kl. 10.35.


    Kl. 10.35 kom Rói Kalsø, stjóri í Demich, á fund. Hann fór av fundi kl. 11.00.


    Kl. 11.00 kom Kjartan á Dul, sølustjóri í Mariu Poulsen, á fund. Hann fór av fundi kl. 11.20.


    Kl. 11.20 kom Eyðun Lauritsen, stjóri á Sp/f Rhesa, á fund. Hann fór av fundi kl. 11.45.


    Kl. 11.45 kom Ólavur Poulsen á fund umvegis internetið. Hann fór av fundi kl. 12.10.


    Kl. 13.00 kom fyri Ringrás Hannes Lesch á fund. Ingmar Valdemarson á Løgmansbø luttók umvegis internetið Teir fóru av fundi kl. 13.30.


    Kl. 13.30 komu fyri Føroya Náttúruverndarfelag Jón Kragesteen og Gunnar Restorff á fund. Teir fóru av fundi kl. 13.55.


    Kl. 13.55 komu fyri SEV John Zachariassen, nevndarformaður, Hákun Djurhuus, stjóri, Terji Nielsen, menningarleiðari, og Bogi Bentsen, fyrisitingarleiðari, á fund. Teir fóru av fundi kl. 14.40.


    Kl. 14.40 kom landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, saman við embætisfólkum sínum Hilmari Høgenni, deildarstjóra, og Anni á Hædd, ráðgeva, og fyri Umhvørvisstovuna Sigurði í Jákupsstovu, stjóra, og Kára Mannbjørn Mortensen, deildarleiðara, orkumál, á fund. Tey fóru av fundi kl. 15.00.


    Kl. 15.00 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Anniku Poulsen, fulltrúa, og fyri TAKS, Birtu Biskopstø, deildarleiðara, og fyri Akstovuna, Jákupi Jacobsen, stjóra, á fund. Tey fóru av fundi kl. 16.10.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 16:15