Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 22/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 6. apríl, kl. 09:35, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-079/2020 Uppskot til samtyktar um økissálarfrøði
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-120/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung (Hækka aldurin upp til 18 ár)

    Kl. 12.40 kom Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, á fundin saman við embætisfólki sínum, Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og Helenu Dam á Neystabø, deildarstjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 13.25.

  3. LM-121/2020 Uppskot til samtyktar um at áseta hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum

    Kl. 10.50 kom Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum á fundin.

    Hann fór av fundi kl. 11.20.


    Nevndin umrøddi málið og gjørdi av at skriva álit í málinum.

  4. LM-124/2020 Uppskot til samtyktar um at seta eitt talsfólk á brekøkinum

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  5. LM-128/2020 Uppskot til samtyktar um samanhangandi tænastuveitingar frá tí almenna

    Kl. 9.35 komu umboðandi MEGD Tóra við Keldu, forkvinna, og Jónvør Christiansen, aðalskrivari, á fundin.

    Tær fóru av fundi kl. 9.55.


    Kl. 10.00 kom Jónrit Halling, forkvinna í Autismufelagnum, á fundin.

    Hon fór av fundi kl. 10.10.


    Kl. 11.30 kom Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum, á fundin saman við embætisfólki sínum Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, og Poulu Lervig, fulltrúa, og Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, og Hallur Thomsen, viðskiftastjóra í Almannaverkinum.

    Tey fóru av fundi kl. 12.05.


    Kl. 12.40 kom Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, á fundin saman við embætisfólki sínum, Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og Helenu Dam á Neystabø, deildarstjóra, og Margreth Olsen, stjóra á Sernámi.


    Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, fór av fundi kl. 13.15. Landsstýrismaðurin fór av fundinum saman við embætisfólkunum kl. 13.25.


    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera fleiri innkallingar í málinum.

Fundurin lokin kl. 13:41