Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 2/2021

Rættarnevndin

Ár 2021, mikudagin hin 22. september, kl. 09:30, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-001/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-002/2021 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2020
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-004/2021 Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-007/2021 Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn

    Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, kom á fundin kl. 9.40 saman við Jónvør Christiansen, fyrisitingarleiðara og Ingrid S. Henriksen, næstforkvinnu í Føroya Astma/Allergifelag og Mariu Jacobsen, nevndarlimi.

    Tær fóru av fundinum kl. 10.


    Niels Winther og Birita Biskopstø, ráðgevar í Føroya Arbeiðsgevarafelag komu á fundin kl. 10.

    Tey fóru av aftur fundinum kl. 10.10.


    Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya kom á fundin kl. 10.15 saman við Annu Dam, løgfrøðingi.

    Tær fóru av aftur fundinum kl. 10.30.


    Birita Ludvíksdóttir, forkvinna í Høvuðsbarnaverndarnevndini kom á fundin kl. 11.05 saman við Súna Poulsen og Ingvør Justinussen, nevndarlimum.

    Tey fóru av fundinum kl. 11.20.


    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum kom á fundin kl. 11.25 saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Pól Egholm, deildarstjóra, Bárði Enni, stjóra á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Birnu Mørkøre, landsdjóralækna og Hildigunn Ellingsgaard, løgfrøðingi.

    Tey trý seinast nevndu fóru av fundinum kl. 11.40, tá Anna Borg Dahl, ráðgevi í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum og Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum komu á fundin saman við Jóhan Troest Davidsen, løgfrøðingi.

    Landsstýrismaðurin fór saman við embætisfólkunum av fundinum kl. 11.50.


    Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kom á fundin kl. 13.15 saman við Nellu Festirstein, deildarstjóra, Gudrun M. Nolsøe, fulltrúa, Anju Hovgaard, stjóra á Kærustovninum og Bárði Larsen, adjunkti á Fróðskaparsetri Føroya.

    Løgmaður fór saman við embætisfólkunum av fundinum kl. 13.45.


    Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, kom á fundin kl. 13.45 saman við Biritu Ludvíksdóttir, ráðgeva.

    Tey fóru av fundinum kl. 13.55.


    Málið varð umrøtt.

  5. LM-008/2021 Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 14:00