Gerðabók: Fíggjarnevndin

Fundur 5/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 26. oktober, kl. 09:20, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-011/2021 Uppskot til løgtingslóg um at minka burtur donsku ríkisveitingina til Føroya

    Kl. 9.35 komu fyri Landsbankan Malan Johansen, stjóri, og Kári Petersen, ráðgevi, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 10.05.


    Kl. 10.05 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Tórir Michelsen, fulltrúa, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 10.25.


    Kl. 10.25 komu fyri Búskaparráðið Fróði Magnussen, formaður, Helena Andreasen, ráðslimur, Ester Hansen, skrivari, Sigrið Kalsø, skrivari, og Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum.

    Tey fóru av fundi kl. 11.00.

  2. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-019/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 28.10.2021, kl. 09:00.

Fundurin lokin kl. 11:02