Gerðabók: 1. Rættarnevndarfundur

Fundur 1/2023

Rættarnevndin

Ár 2023, fríggjadagin hin 15. september, kl. 09:20, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-004/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)

    Kl. 9.30 kom Inigilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, á fundin saman við Pól Egholm, aðalstjóra, og Astrid Reinert Øregaard, fulltrúa.

    Landsstýriskvinnan og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 9.55.

    Uppskotið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-005/2023 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2022

    Uppskotið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  3. LM-006/2023 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2021

    Uppskotið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

Fundurin lokin kl. 11:00