Gerðabók: 3. rættarnevndarfundur

Fundur 3/2023

Rættarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 3. oktober, kl. 09:31, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-005/2023 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2022

    Álit í málinum varð undirskrivað.

  2. LM-006/2023 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2021

    Álit í málinum varð undirskrivað.

  3. LM-007/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v. (Indførelse af fodlænke- og udstationeringsordning på Færøerne)

    Kl. 9.40 komu umboðandi Amnesty International Føroyar Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari, og Bergtóra Patursson, forkvinna á fundin.

    Tær fóru av fundinum kl. 10.00.


    Kl. 10.00 kom umboðandi Rówt Magni Højgaard, leiðari, á fundin.

    Hann fór av fundinum kl. 10.25.


    Kl. 10.45 kom landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, á fundin saman við embætisfólkunum í Løgmálaráðnum Nellu Festirstein, aðalstjóra í Løgmálaráðnum, og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 11.10.


    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at senda Kriminalforsorgini skrivligar spurningar um málið.

Fundurin lokin kl. 11:30