Gerðabók: 1. fíggjarnevndarfundur

Fundur 1/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 17. oktober, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-010/2023 Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan

    Kl. 9.40 kom á fund løgmaður, Aksel V. Johannesen, saman við embætisfólkum sínum John Rajani, løgmansstjóra, og Flóvini Eidesgaard, búskaparráðgeva.

    Teir fóru av fundi kl. 9.50.


    Kl. 10.05 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 10.30.


    Kl. 10.40 kom á fund landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, saman við embætisfólkum sínum Turid Arge, aðalstjóra, og Selmu Davidsen, fulltrúa, og fyri Landsverk Sigurdi Lamhauge, stjóra, Sigurði Ó. Vang, deildarleiðara, Verkætlanardeildin, og Erlu Wintereig, fulltrúa, Verkætlanardeildin.

    Tey fóru av fundi kl. 11.00.

  2. LM-011/2023 Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-017/2023 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-018/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-019/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Barnafrádráttur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-020/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2023 (heystumfarið)

    Gjørt varð av at gera innkallingar.

Fundurin lokin kl. 11:00