Gerðabók: 4. mentanarnevndarfundur

Fundur 4/2023

Mentanarnevndin

Ár 2023, mikudagin hin 18. oktober, kl. 09:30, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-002/2023 Uppskot til samtyktar um at yvirtaka Norðurlandahúsið
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-008/2023 Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um biografar

    Kl. 9.40 kom á fund fyri Filmsfelagið Birgir Kruse, formaður.

    Hann fór av fundi kl. 10.00.


    Kl. 10.00 kom á fund fyri Havnar Bio Mourits Clementsen, stjóri og eigari.

    Hann fór av fundi kl. 10.20.


    Kl. 10.20 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við Poul Geert Hansen, aðalstjóra.

    Teir fóru av fundi kl. 10.40.


    Kl. 10.40 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra fyri mentan.

    Tey fóru av fundi kl. 10.55.

  3. LM-026/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Góðkenning av flutningsskipanum og landskassastudningur til útreiðslur av góðkendum flutningsskipanum verða strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-027/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Broyting í áseting um lønarendurgjald til lærupláss)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-028/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Broyting í javning av stuðulsupphæddum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 25.10.2023, kl. 09:30.

Fundurin lokin kl. 11:00