Gerðabók: 2. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 2/2023

Trivnaðarnevndin

Ár 2023, hósdagin hin 26. oktober, kl. 09:58, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-009/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven) (Ikrafttrædelse af ophævelsesbestemmelse)

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum

  2. LM-021/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum (Hækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar)

    Fyri áhugabólk hjá pensjonistum møttu Jóhan Carl Dam, Ingrid Henriksen, Nina Dahl og Bocena Rasmussen kl. 10.15. Fóru av fundi kl. 10.35. Fyri Búskaparráðið komu Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, Kári Petersen, ráðgevi Landsbankanum, og Sigrið Simona Kalsø, fulltrúi í Landsbankanum á fund kl. 10.35. Fóru av fundi kl. 11. 15.

  3. LM-022/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Stuðul til bil broyttur til stuðul til serligan útbúnað til bil)

    Fyri MEGD møttu Tóra við Keldu, forkvinna, Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, og Dánjal Højgaard, løgfrøðiligur ráðgevi, á fundi kl. 11.15. Fóru av fundi kl. 11.40. Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum Dennis Holm, Elin Mortensen, aðalstjóri, Annika Thomsen, fulltrúi, og Andras Marr Poulsen, stjóri á Akstovuni, møttu á fundi kl. 11.45. Fóru av fundi kl. 12.00

  4. LM-023/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Frávik um stuðulsveiting til lesandi í útbúgvingaraldri strikað)

    Fyri MEGD møttu Tóra við Keldu, forkvinna, Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, og Dánjal Højgaard, løgfrøðiligur ráðgevi, á fundi kl. 11.15. Fóru av fundi kl. 11.40. Fyri Næmingaráðið á Glasi møtti á fundi Hanus undir Leitinum, næstformaður, Martin Heldarskarð, kassameistari, Lív Magnussen, skrivari, Sólja Sigmundardóttir, nevndarlimur, Trygvi Rasmussen, nevndarlimur, og Fríði Fagraberg, nevndarlimur. kl. 11.45. Fóru av fundi kl. 12.00

  5. LM-024/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fleiri fráverudagar vegna sjúku afturrindast av arbeiðsgevara)

    Fyri Føroya Arbeiðarafelag møttu Georg F. Hansen, formaður, og Monika Nolsøe Johannesen, ráðgevi, á fundi kl. 12.05. Fóru av fundi kl. 12.20. Fyri Vinnuhúsið møttu Niels Winther, stjóri, og Jórun Gardar, ráðgevi, á fundi kl. 13.00. Fóru av fundi kl. 13.30.

  6. LM-025/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Heilivágsstigin verður broyttur)

    Fyri MEGD møttu Tóra við Keldu, forkvinna, Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, og Dánjal Højgaard, løgfrøðiligur ráðgevi, á fundi kl. 11.15. Fóru av fundi kl. 11.40. Jóanis Erik Køtlum kom á fund kl. 13.30. Fór av fundi kl. 13.50. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stóra, saman við Turd Arge, aðalstjóra, Irenu Nolsø, fulltrúa, Guðrun Mariu Mortensen, fulltrúa og Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, møttu á fundi kl. 13.55. Fóru av fundi kl.14.20.

  7. LM-031/2023 Uppskot til samtyktar um setan av bygnaðarnevnd
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 15:16