Gerðabók: 3. Uttanlandsnevndarfundur

Fundur 3/2023

Uttanlandsnevndin

Ár 2023, mikudagin hin 1. november, kl. 10:00, var fundur í Uttanlandsnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Durita Poulsen

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-001/2023 Uppskot til samtyktar um sendistovu Føroya í Ísrael

    Kl. 11.00 komu umboðandi Uttanríkis- og vinnumálaráðið Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Herálvur Joensen, aðalstjóri, Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri, og Svein Magnason, fulltrúi, á fundin. Teir fóru av fundi kl. 11.50.

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-014/2023 Uppskot til samtyktar um luttøku hjá Føroyum í verjusemju

    Kl. 10.10 kom umboðandi Føroya Tele William Joensen, stjóri, á fundin. Hann fór av fundi kl. 10.40.

    Kl. 11.00 komu umboðandi Uttanríkis- og vinnumálaráðið Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Herálvur Joensen, aðalstjóri, Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri, og Svein Magnason, fulltrúi, á fundin. Teir fóru av fundi kl. 11.50.

    Málið varð umrøtt.

Fundurin lokin kl. 12:00