Gerðabók: 5. Rættarnevndarfundur

Fundur 5/2023

Rættarnevndin

Ár 2023, hósdagin hin 2. november, kl. 14:35, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-035/2023 Uppskot til løgtingslóg um at leingja sáttmálan millum øðrumegin Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og hinumegin Fíggjarmálaráðið fyri ávís størv í Sjúkrahúsverkinum o.ø.

    Kl. 14.55 kom Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum, á fundin saman við Turid Arge, aðalstjóra, Rannvá B. Mohr, fulltrúa, og Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum. Aleksandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Gunnbjørg Guttesen, virkandi stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, luttóku eisini á fundinum.

    Landsstýriskvinnan og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 15.25.


    Kl. 15.30 kom Aksel V. Johannesen, løgmaður, á fundin saman við John Rajani, løgmansstjóra, og Pól E. Egholm, aðalstjóra í Umhvørvismálaráðnum, og Astrid Reinert Øregaard, fulltrúa.

    Løgmaður og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 15.45.


    Nevndin umrøddi málið og gjørdi av at skriva álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 17:00