Gerðabók: 7. fíggjarnevndarfundur

Fundur 7/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2023, mánadagin hin 6. november, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-015/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-017/2023 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024

    Spurningar vórðu orðaðir til at senda landsstýrinum.

  3. LM-018/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)

    Gjørt varð av at gera innkallingar.

  4. LM-019/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Barnafrádráttur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)

    Gjørt varð av at gera innkallingar.

  5. LM-032/2023 Uppskot til samtyktar um flyting av ætlaðu niðurlagingini av ríkisveitingini til P/F Suðuroyartunnil

    Gjørt varð av at gera innkallingar.

  6. Forkvinnan boðaði frá, at næsti fundur verður 09.11.2023, kl. 09:30.

Fundurin lokin kl. 15:30