Gerðabók: 9. vinnunevndarfundur

Fundur 9/2023

Vinnunevndin

Ár 2023, týsdagin hin 14. november, kl. 10:00, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-013/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om luftfart
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-030/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Leingja gildistíðina á rættindum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-034/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Áseting av lofti í tøkugjaldinum fyri part av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking)

    Fyri Mowi møtti Hans Jacob Mikkelsen, stjóri, á fundi kl. 10.05. Fór av fundi kl. 10.30

  4. LM-047/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Broyting í brúkstreytini fyri at avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur, broyting í brúksskylduni á veiðiloyvi, fiskiloyvi, egnar fiskidagar og egnar kvotur, og broytt áseting um gildiskomu)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-048/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og om ophævelse af lov om finansiel stabilitet
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:05