Gerðabók: 4. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 4/2023

Trivnaðarnevndin

Ár 2023, hósdagin hin 16. november, kl. 09:58, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-021/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum (Hækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar)

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum

  2. LM-022/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Stuðul til bil broyttur til stuðul til serligan útbúnað til bil)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-023/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Frávik um stuðulsveiting til lesandi í útbúgvingaraldri strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-024/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fleiri fráverudagar vegna sjúku afturrindast av arbeiðsgevara)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-025/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Heilivágsstigin verður broyttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-031/2023 Uppskot til samtyktar um setan av bygnaðarnevnd

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  7. LM-043/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Orkuískoyti til húski í 2024, 2025 og 2026)

    Fyri Samtak kom Sonja Jógvansdóttir, samskipari, á fund kl. 10.25. Fór av fundi kl. 10.50.

    Fyri Landsfelag Pensjónista komu Beate L. Samuelsen, forkvinna, Hans Jacob á Kósini, nevndarlimur og Gunnleyg Durhuus, skrivari, á fund kl. 10.50. Fóru av fundi kl. 11.05

    Fyri Barnabata kom Djóni Eidesgaard, aðalskrivari, á fund kl. 11.05. Fór av fundi kl. 11.25.

    Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, kom á fund saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, Hera Petersen, fulltrúa, Edvard Heen, stjóra á Almannaverkinum og Hallur Thomsen, viðskiftastjóra á Almannaverkinum, kl.11.30. Fóru av fundi kl. 11.50.

  8. Fundur uppafturtikin 23/11 kl. 10:14

Fundurin lokin kl. 12:00