Gerðabók: 12. fíggjarnevndarfundur

Fundur 12/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 21. november, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Durita Poulsen

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-010/2023 Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan

    Kl. 9.45 komu á fund landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, og fyri Landssjúkrahúsið, Steinar Eirikstoft, stjóri, og Jóan Símun Saltá, depilsleiðari, og fyri Landsverk, Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, og Erla Ree Winthereig, fulltrúi.

    Tey fóru av fundi kl. 10.10

    Málið varð viðgjørt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-015/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-017/2023 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024

    Kl. 10.20 komu á fund landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, saman við embætisfólkum sínum Elini Mortensen, aðalstjóra og Hans Albert Hansen, fulltrúa, og fyri Vørn, Óla Hans Olsen, stjóra, og Hanusi Kjølbro, veðurfrøðingi.

    Tey fóru av fundi kl. 10.35


    Kl. 10.35 komu á fund landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, saman við embætisfólkum sínum Elini Mortensen, aðalstjóra og Hans Albert Hansen, fulltrúa, og fyri Havstovuna, Maritu Rasmussen, stjóra og Erling í Liða, umsitingarleiðara.

    Tey fóru av fundi kl. 10.55


    Kl. 10.55 komu á fund landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, saman við embætisfólkum sínum Elini Mortensen, aðalstjóra og Atla Eiriksson, ráðgeva, og fyri Strandfaraskip Landsins, Niels Juel Arge, stjóra, Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara, og Dan Djurhuus, fíggjarleiðara.

    Tey fóru av fundi kl. 11.15


    Kl. 11.15 komu á fund landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, saman við embætisfólkum sínum Elini Mortensen, aðalstjóra og Atla Eiriksson, ráðgeva, og fyri Landsverk, Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara, og Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðara.

    Tey fóru av fundi kl. 11.40


    Kl. 11.40 komu á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við embætisfólkum sínum Poul Geert Hansen, aðalstjóra, Oystein Sørensen, fíggjarfulltrúa, og fyri Landsverk, Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara.

    Teir fóru av fundi kl. 11.55.


    Kl. 11.55 komu á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við embætisfólkum sínum Poul Geert Hansen, aðalstjóra, Oystein Sørensen, fíggjarfulltrúa, og fyri Undirvísingarstýrið, Annu Kass, fíggjarfulltrúa, og Magnus Tausen, fulltrúa.

    Teir fóru av fundi kl. 12.20

  4. LM-018/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-036/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, javning av skattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-037/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-038/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir (Skattaumskipan 2024 og 2025, tillaging av endurgjaldi til kommunurnar vegna stigvísa minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av uttanlandsfrádráttinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-039/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av brennioljugjaldinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. LM-040/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av punktgjøldum á brennievni og broyting av heiti)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  10. LM-041/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Avgjøld á f-gass og ávísar rættingar í vørunumrum og øðrum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  11. LM-042/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýggj vørunummur fyri f-gass og ávísar rættingar í toll- og vøruskránni)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  12. LM-044/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum (Hækka játtan og leingja sólseturáseting)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  13. LM-046/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja tíðarskeiðið fyri fulla endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við íløgur í hitapumpuskipanir til eisini at fevna um 2024)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:25