Gerðabók: 11. vinnunevndarfundur

Fundur 11/2023

Vinnunevndin

Ár 2023, mikudagin hin 22. november, kl. 09:55, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-030/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Leingja gildistíðina á rættindum)

    Málið varð ikki viðgjørt

  2. LM-034/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Áseting av lofti í tøkugjaldinum fyri part av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-047/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Broyting í brúkstreytini fyri at avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur, broyting í brúksskylduni á veiðiloyvi, fiskiloyvi, egnar fiskidagar og egnar kvotur, og broytt áseting um gildiskomu)

    Fyri Reiðarafelagið møttu Steffan í Skorini, stjóri, Hanus Hansen, formaður og Jógvan Jespersen, næstformaður, á fundi kl. 10.15. Fóru av fundi kl. 10.45.

    Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum kom saman við Elin Mortensen, aðalstjóra, Jens Helgi Toftum, fulltrúa, Jóhan Simonsen, deildarstjóra á Vørn, Jan Klein Olsen, løgfrøðingi og Majbritt Lamhauge, løgfrøðingi á Vørn á fund kl. 11. Fóru av fundi kl. 11.40.

  4. LM-048/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og om ophævelse af lov om finansiel stabilitet

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

Fundurin lokin kl. 12:29