Gerðabók: 16. fíggjarnevndarfundur

Fundur 16/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2023, hósdagin hin 30. november, kl. 09:35, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-017/2023 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024

    Kl. 9.45 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Atla Leo, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 10.25.

  2. LM-036/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, javning av skattastiganum)

    Málið varð umrøtt.

  3. LM-037/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)

    Málið varð umrøtt.

  4. LM-038/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir (Skattaumskipan 2024 og 2025, tillaging av endurgjaldi til kommunurnar vegna stigvísa minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av uttanlandsfrádráttinum)

    Málið varð umrøtt.

  5. LM-039/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av brennioljugjaldinum)

    Málið varð umrøtt.

  6. LM-040/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av punktgjøldum á brennievni og broyting av heiti)

    Málið varð umrøtt.

  7. LM-041/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Avgjøld á f-gass og ávísar rættingar í vørunumrum og øðrum)

    Málið varð umrøtt.

  8. LM-042/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýggj vørunummur fyri f-gass og ávísar rættingar í toll- og vøruskránni)

    Málið varð umrøtt.

  9. LM-046/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja tíðarskeiðið fyri fulla endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við íløgur í hitapumpuskipanir til eisini at fevna um 2024)

    Málið varð umrøtt.

Fundurin lokin kl. 10:40