Gerðabók: 20. fíggjarnevndarfundur

Fundur 20/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2024, mikudagin hin 24. januar, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-055/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Grønar hitaloysnir, talgildir fjølmiðlar og talgild avgjaldsuppgerð)

    Kl. 9.40 kom á fund fyri Vinnuhúsið Páll Holm Johannesen, ráðgevi.

    Hann fór av fundi kl. 9.50.


    Kl. 10.10 kom á fund vegna fyritøkurnar Krosstein, Maria Poulsen, Demich og Zacharias Leitisstein Atli Nattestad, HVS-installatørur hjá Demich.

    Hann fór av fundi kl. 10.45.


    Kl. 10.45 kom á fund landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, saman við Anni á Hædd, ráðgeva, og fyri Umhvørvisstovuna Sigurði í Jákupsstovu, stjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 11.10.


    Kl. 11.15 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Jákupi Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðiligum ráðgeva.

    Tey fóru av fundi kl. 11.35.


    Málið varð viðgjørt.


    Gjørt varð av at skriva álit.

Forkvinnan boðaði frá, at næsti fundur verður 1. februar 2024 kl. 9:30.

Fundurin lokin kl. 11:45