Gerðabók: 12. rættarnevndarfundur

Fundur 12/2023

Rættarnevndin

Ár 2024, týsdagin hin 13. februar, kl. 10:01, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-052/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne (ajourføring)

    Michael Boolsen, fúti, kom á fundin kl. 10.10.

    Hann fór av fundinum kl. 10.25.


    Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, kom á fundin kl. 10.35 saman við Nellu Festirstein, aðalstjóra, og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa.

    Landsstýrismaðurin fór av fundinum saman við embætisfólkunum kl. 11.00.


    Málið varð umrøtt.

  2. LM-059/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild og útlendsk fígging, o.a.)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

Fundurin lokin kl. 11:00