Gerðabók: 8. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 8/2023

Trivnaðarnevndin

Ár 2024, hósdagin hin 22. februar, kl. 08:57, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-058/2023 Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð

    Løgtingsins Umboðsmaður, Hanna Vang, kom á fund kl. 9.15. Fór av fundi kl. 9.35

    Fyri Føroya Kærustovn kom Anja Hovgaard, stjóri, á fund kl. 9.35. Fór av fundi kl. 9.45.

    Fyri Orðblindalærarafelagið komu Annika K. Joensen, forkvinna, og Annika Marr Poulsen, nevndarlimur, á fund kl. 9.50. Fóru av fundi kl. 10.20.

    Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, kom saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarleiðara, Barbaru Álvsdóttir Thomsen, fulltrúa, og Ann Kristinu Svabo Simonsen, fulltrúa, á fund kl. 10.20. Fóru av fundi kl. 10.45.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-068/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 10:46