Gerðabók: 8. mentanarnevndarfundur

Fundur 8/2023

Mentanarnevndin

Ár 2024, mánadagin hin 26. februar, kl. 09:35, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-065/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Árlig prístalsjavning, lægri kringvarpsgjald fyri smærri virki, stovnar o.a. og broyting í kringvarpsgjaldinum fyri likamligar persónar og smærri broytingar)

    Kl. 9.40 komu á fund fyri Ráð Teirra Lesandi á Fróðskaparsetrinum Poul Kjartan Matras, varaforfólk, og Gretchen Rasmussen, nevndarlimur.

    Tey fóru av fundi kl. 10.00.


    Kl. 10.00 kom á fund fyri Vinnuhúsið Niels Winther, stjóri.

    Hann fór av fundi kl. 10.15.


    Kl. 10.20 komu á fund fyri Landsfelag Pensjónista Beate L. Samuelsen, forkvinna, Alfred Olsen, nevndarlimur, og Gunnleyg Durhuus, skrivari.

    Tey fóru av fundi kl. 10.35.


    Kl. 10.40 komu á fund fyri Føroysk Miðlafólk Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, og John Johannesen, nevndarlimur.

    Teir fóru av fundi kl. 11.00.


    Kl. 11.00 komu á fund fyri Kringvarp Føroya Rógvi Olavson, formaður í kringvarpsstýrinum, Mathea Hilduberg, næstforkvinna í stýrinum, Ivan Niclasen, stjóri, og Kári Poulsen, tøknileiðari.

    Tey fóru av fundi kl. 11.30.


    Kl. 11.30 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við embætisfólkum sínum Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, og Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 12.00.

Fundurin lokin kl. 12:00