Gerðabók: 24. Fíggjarnevndarfundur

Fundur 24/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2024, hósdagin hin 29. februar, kl. 09:35, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-060/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2024 (Varpið)

    Kl. 9.40 komu á fund fyri Klaksvíkar kommunu Karl Johansen, borgarstjóri, Rúni Rasmussen, kommunustjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri.

    Teir fóru av fundi kl. 10.00.


    Kl. 10.00 komu á fund fyri Grunnin Mentanarhús í Klaksvík Jóhanna C. Christiansen, forkvinna, Jógvan Skorheim, stýrislimur og Karl Johansen, stýrislimur.

    Tey fóru av fundi kl. 10.20.


    Kl. 10.25 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra, og Birnu Steingrímsdóttir, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 10.40.

  2. LM-061/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2024-2 (Radiosamband til Viðareiðistunnilin)

    Kl. 10.40 komu á fund fyri Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, Atli Eiriksson, ráðgevi, og fyri Landsverk, Marjun Thomassen, virkandi stjóri, og Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari.

    Tey fóru av fundi kl. 11.00.

  3. LM-063/2023 Uppskot til løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina

    Kl. 11.00 komu á fund fyri KT-felagið Ulla Joensen, forkvinna, og Marius Thomasen frá Vinnuhúsinum, skrivari.

    Tey fóru av fundi kl. 11.25.


    Kl. 11.25 kom á fund landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, saman við embætisfólkum sínum Pól E. Egholm, aðalstjóra, og Hildigunn Ellingsgaard, fulltrúa, og fyri TAKS/Barsilsskipanina Eyðuni Mørkøre, stjóra. Umvegis video luttóku eisini fyri TAKS/Barsilsskipanina úr Suðuroy Jóna Justinussen, Rita Jacobsen og Birna Tausen inntil kl. 11.45.

    Landsstýriskvinnan við embætisfólkum og stjóranum í TAKS fóru av fundi kl. 12.00.


    Málið varð umrøtt og gjørt varð av at skriva álit.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 12:15