Gerðabók: 7. uttanlandsnevndarfundur

Fundur 7/2023

Uttanlandsnevndin

Ár 2024, týsdagin hin 2. apríl, kl. 09:45, var fundur í Uttanlandsnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-067/2023 Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2023

    Nevndin gjørdi av at gera boðsenda landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum á fund við nevndina.

  2. LM-072/2023 Uppskot til samtyktar um arktiska politikk Føroya 2024

    Nevndin gjørdi av at gera boðsenda landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum á fund við nevndina.

  3. LM-073/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Ræðislógin) (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  4. LM-074/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om MitID og NemLog-in

    Lene Moyell Johansen, Ríkisumboð, kom á fundin kl. 10.00 saman við Unn Danielsen, bach. jur., starvslesandi.

    Tær fóru av fundinum kl. 10.35.


    Aksel. V. Johannesen, løgmaður, kom á fundin kl 10.35 saman við John Rajani, løgmansstjóra og Sjúrði Rasmussen, løgfrøðiligum ráðgeva.

    Teir fóru av fundinum kl. 11.00.


    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  5. LM-101/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Avmarka heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  6. LM-113/2023 Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2023 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2023

    Nevndin gjørdi av at gera boðsenda landsstýrismanninum í norðurlandamálum á fund við nevndina.

Fundurin lokin kl. 11:40