Gerðabók: 16. vinnunevndarfundur

Fundur 16/2023

Vinnunevndin

Ár 2024, mikudagin hin 3. apríl, kl. 14:06, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-081/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-093/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i forskellige love om ændring af lov om finansiel virksomhed

    Fyri Felagið Peningastovnar møttu Jean Djurhuus, stjóri, og Øssur Skeel Nolsøe, skrivari, á fundi kl. 14.15. Fóru av fundi kl. 14.45.

    Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Johannes Pauli Poulsen, fulltrúa, komu á fund kl. 15.45. Fóru av fundi kl. 16.00.


  3. LM-094/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven og úrgildisseting av lov om Rederes Forpligtelse til at meddele statistiske Oplysninger (Myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av málsøkinum, sjórættur o.a.)

    Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Annu Borg Dah, fulltrúa, komu á fund kl. 15.45. Fóru av fundi kl. 16.00

  4. LM-095/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum (Peningur til jarðfrøðiligar kanningar heldur enn umhvørvisárinsmetingar)

    Fyri Føroya Orkuídnaðarbólk komu Jan Müller, stjóri, og Ben Arabo, ráðgevi, á fund kl. 14.45. Fóru av fundi kl. 15.00.

    Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra, og Sigurði í Jákupsstovu, stjóra á Umhvørvisstovuni, komu á fund kl. 15.00. Fóru av fundi kl. 15.20.

    Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Ragnfríð Nord Anthoniusse, fulltrúa og Janu Ólavsdóttir, jarðfrøðingi á Jarðfeingi, komu á fund kl. 15.20. Fóru av fundi kl. 15.45.

  5. LM-097/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-098/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-099/2023 Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-103/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og møguleikan at avgreiða mál við fráboðan)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 16:03