Gerðabók: 18. vinnunevndarfundur

Fundur 18/2023

Vinnunevndin

Ár 2024, mikudagin hin 17. apríl, kl. 09:04, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-081/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. 2. viðgerð LM-093/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i forskellige love om ændring af lov om finansiel virksomhed
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. 2. viðgerð LM-094/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven og úrgildisseting av lov om Rederes Forpligtelse til at meddele statistiske Oplysninger (Myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av málsøkinum, sjórættur o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-095/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum (Peningur til jarðfrøðiligar kanningar heldur enn umhvørvisárinsmetingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-097/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-098/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-099/2023 Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)

    Bárður Larsen, lektari í løgfrøði, kom á fund kl. 9.15. Fór av fundi kl. 9.50.

    Eyðbjørn Larsen, advokatur, kom á fund kl. 10. Fór av fundi kl. 10.45.

    Fyri Føroya Óðalsfelag komu Niels Pedersen, formaður, Rani Slættanes, Dánial Christophersen og Heðin D. Poulsen á fund kl. 10.45. Fóru av fundi kl. 12.00

    Fyri Bóndafelag Føroya komu Sigert Patursson, formaður, Einar Martin Kjærbo og Bjørn Kalsø á fund kl. 12.00. Fóru av fundi kl. 13.00

  8. LM-103/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og møguleikan at avgreiða mál við fráboðan)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 13:02