Gerðabók: 10. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 10/2023

Trivnaðarnevndin

Ár 2024, hósdagin hin 18. apríl, kl. 08:57, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-068/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

    Fyri Landsfelag Pensjónista komu Beate L. Samuelsen, forkvinna, Alfred Olsen, nevndarlimur, og Gunnleyg Durhuus, samskipari, á fund kl. 09.15. Fóru av fundi kl. 9.40.

    Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum Sirið Stenberg saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, og Hera Petersen, fulltrúa, komu á fund kl. 9.40. Fóru av fundi kl. 10.00.


  2. LM-070/2023 Uppskot til løgtingslóg um vevnaðarskrá, genomskrá, diagnosuskrá og ættarbandsskrá til gransking í mannaílegum og persónlagað medisin (Ílegulógin)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-075/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. (Markið fyri inntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini, verður hækkað o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-080/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Undantak fyri gjaldskyldu, afturgjaldsreglur, heimild til innheinting av skuld o.a. og nágreinan av, hvussu tilskotið skal roknast, tá ið ein fyllir 18 ár, tá ið ein verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tilskotstíðarskeiðinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-082/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Fráboðan um børn við bústaði í Danmark, stuðul til foreldramyndugleikan, heimild til barnaverndarnevndina at taka avgerð um ávís viðurskifti hjá barninum og heimild at flyta barnaverndarmál millum barnaverndartænastur)

    Fyri Familjuhjálpina komu Mariann Rasmussen, forkvinna, og Gudný Jórunardóttir Leitisskarð, nevndarlimur, á fund kl. 10.00. Fóru av fundi kl. 10.30.

    Fyri Barnaverndarstovu Føroya komu Oddbjørg Balle, leiðari, og Anna Dam, løgfrøðingur, á fund kl. 10.40. Fóru av fundi kl. 11.20.

    Fyri Fosturforeldrafelagið komu Annlis Bjarkhamar, forkvinna, Randfríð Sørensen, næstforkvinna, og Birna Tyril Gunnarsson, kassameistari, á fund kl. 11.30. Fóru av fundi kl. 12.00

    Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, kom saman við Elsu Østergaard, deildarstjóra og Mariu Michelsen, fulltrúa, á fund kl. 12.00. Fóru av fundi kl. 12.45.

Fundurin lokin kl. 12:51