Gerðabók: 19. rættarnevndarfundur

Fundur 19/2023

Rættarnevndin

Ár 2024, fríggjadagin hin 19. apríl, kl. 09:00, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-062/2023 Uppskot til samtyktar um møguleikan at atkvøða talgilt
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-069/2023 Uppskot til samtyktar um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-088/2023 Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-091/2023 Uppskot til løgtingslóg um pantskipan fyri íløt

    Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, kom á fundin kl. 9.15 saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra og Høgna Iversen, fulltrúa í Umhvørvismálaráðnum, Gunvá við Keldu, nevndarforkvinnu í IRF, Oluf Müller, næstformanni, Poul Andrias Joensen, stjóra og Wenche Bech Waag, KT-verkætlanarleiðara frá IRF.

    Landsstýriskvinnan fór av fundi kl. 11.40.


    Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór kom á fundin kl. 10.15 saman við Karstin Hansen, fíggjarleiðara.

    Teir fóru av fundi kl. 10.35.


    Umboðandi Handilsvinnufelagið kom Bergur R. Dam Jensen, formaður á fundin kl. 10.40 saman við Gunnari Mohr, nevndarlimi og Alva Hjelm, ráðgeva og skrivara hjá Handilsvinnufelagnum.

    Teir fóru av fundi kl. 10.55.



     

  5. LM-112/2023 Uppskot til løgtingslóg um at verja ófødda barnið
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-090/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Framleiðsla og søla av el og fjarhita)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-092/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Hækkan av útgjaldshámarkinum, barsilspeningur til nýútbúgvin o.a.)

    Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum kom á fundin kl. 11.00 saman við Pól Egholm, aðalstjóra og Hildigunn Ellingsgaard, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 11.30.

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 11:40