Gerðabók: 21. rættarnevndarfundur

Fundur 21/2023

Rættarnevndin

Ár 2024, mánadagin hin 29. apríl, kl. 09:08, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-062/2023 Uppskot til samtyktar um møguleikan at atkvøða talgilt
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-069/2023 Uppskot til samtyktar um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-088/2023 Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)

    Løgtingsmálini LM-088/2023 og LM-112/2023 vórðu viðgjørd undir einum.


    Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, kom á fundin kl. 9.10 saman við Poul Geert Hansen, aðalstjóra, Sólrun Foldbo, fakligum stjóra á Gigni og Liljuni B. Poulsen, varaleiðara á Gigni.

    Landsstýrismaðurin fór av fundinum kl. 9.25.


    Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, kom á fundin kl. 9.30 saman við Hera Petersen, fulltrúa á almannadeildini í Almanna- og mentamálaráðnum og Leif Olsen, leiðslufulltrúa í Almannaverkinum.

    Landsstýriskvinnan fór av fundinum kl. 9.50.


    Landstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, kom á fundin kl. 9.50 saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, Gilla Wardum, stjóra á Hagstovuni og Kára Holm Johannesen, leiðari frá Hagstovuni.

    Landsstýriskvinnan fór av fundinum kl. 10.20.


    Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, kom á fundin saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, Rannvá B. Mohr, fulltrúa í Heilsumálaráðnum, Gunnvá Guttesen, varastjóra á Landssjúkrahúsinum og Dianu Reynstind, serlækna í gynækologi.

    Landsstýriskvinnan fór av fundinum kl. 11.00.


    Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, kom á fundin kl. 11.00 saman við Nellu Festirstein, aðalstjóra í Løgmálaráðnum og Elsu Magnussen, fulltrúa í Løgmálaráðnum.

    Landsstýrismaðurin fór av fundinum kl. 11.30.


    Birita Lamhauge Jóansdóttir, nevndarlimur í Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar kom á fundin saman við Bjørt Lind, sálarfrøðingi kl. 12.00.

    Tær fóru av fundinum kl. 12.30.


    Málið varð umrøtt.

  4. LM-091/2023 Uppskot til løgtingslóg um pantskipan fyri íløt
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-112/2023 Uppskot til løgtingslóg um at verja ófødda barnið

    Løgtingsmálini LM-088/2023 og LM-112/2023 vórðu viðgjørd undir einum.

  6. LM-090/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Framleiðsla og søla av el og fjarhita)

    Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, Sune Jacobsen, formaður og Jógvan Páll Lassen, advokatur komu á fundin kl. 11.30.

    Teir fóru av fundinum kl. 12.00.

  7. LM-092/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Hækkan av útgjaldshámarkinum, barsilspeningur til nýútbúgvin o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:40