Gerðabók: 21. vinnunevndarfundur

Fundur 21/2023

Vinnunevndin

Ár 2024, mikudagin hin 1. mai, kl. 09:57, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-081/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-097/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-098/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-099/2023 Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)

    Fyri Visit Faroe Islands komu Guðrið Højgaard, stjóri og Johannes Jensen, formaður, á fund kl. 10.15. Fóru av fundi kl. 10.40.

    Fyri Hiking.fo komu Finn Danberg, stjóri, og Helga Guttesen, samskipari, á fund kl. 10.40. Fóru av fundi kl. 11.05.

    Fyri Ferðaleiðarafelagið kom Hilda Thomsen, forkvinna, á fund kl. 11.05. Fór av fundi kl. 11.30.

    Fyri Greengate Incoming komu Fríðun Jacobsen, varastjóri og eigari, og Edward Leo á fund kl. 11.30. Fóru av fundi kl. 12,.00.

    Fyri Ferðavinnufelagið komu Árni Olsen, formaður, Henny á Líknargøtu, næstforkvinna og Bára Gunnarsdóttir á fund kl. 12.00. Fóru av fundi kl. 13.10.

    Fyri GoLocal kom Oda Andreasen á fund kl. 13.10. Fór av fundi kl. 13.35.

    Fyri P/F Faroeway Adventures komu Jógvan Hovshólm, stjóri, og Mikkjal Thomsen, fíggjarstjóri, á fund kl. 13.35. Fóru av fundi kl. 14.00

    Kl. 14.00 kom Jóhannus Kallsgarð, bóndi, á fund. Fór av fundi kl. 14.30.

    Fyri Nípuna komu Johannus Nattestad og Sofía Nattestad á fund kl. 14.40. Fóru av fundi kl. 15.00.

    Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum Høgni Hoydal saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Jóannu Djurhuus, ráðgeva, og Oyvindi av Skarði, fulltrúa, komu á fund kl. 15.00. Fóru av fundi kl. 16.00

  5. LM-103/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og møguleikan at avgreiða mál við fráboðan)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 17:30