Gerðabók: 28. Fíggjarnevndarfundur

Fundur 28/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2024, mikudagin hin 1. mai, kl. 13:00, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-071/2023 Uppskot til løgtingslóg um projektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-079/2023 Uppskot til løgtingslóg um heildarætlan fyri Kjarnuna
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-100/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Hægri botnfrádrátt í kommunuskattinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-104/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)

    Kl. 14.20 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnasson, aðalstjóra, Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgrøðiligum ráðgeva, Djóna Højgaard, fulltrúa, og Jan Sjóstein, fulltrúa, og fyri TAKS Rúnu Guttesen, løgfrøðingi, og Poulu á Líðarenda, deildarstjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 14.55.

  5. LM-105/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Øktur barnafrádráttur í landsskattinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-109/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2024 (Vegskattur og viðlíkahald av landsvegum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-110/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur fyri samsýning fyri hjálpararbeiði við kirkjuligum, manngóðum ella alment gagnligum endamáli)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-111/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Vektgjald fyri allar persónbilar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. LM-114/2023 Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025

    Kl. 14.55 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnasson, aðalstjóra, og Tórir Michelsen, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 15.40.

  10. LM-115/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2024-2 (Várumfarið)

    Kl. 13.15 komu á fund fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið Herálvur Joensen, aðalstjóri og Gunnleyg Árnafjall, fíggjarfulltrúi.

    Tey fóru av fundi kl. 13.30.


    Kl. 13.30 kom á fund landsstýriskvinnan í heilsumálum Margit Stórá, saman við embætisfólkum sínum Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, og Selmu Davidsen, fulltrúa, og fyri Klaksvíkar sjúkrahús Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, og fyri Landsverk Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara.

    Umboðini fyri Klaksvíkar sjúkrahús og Landsverk fóru av fundi kl. 13.55.

    Landsstýriskvinnan við embætisfólki fóru av fundi kl. 14.10.


    Kl. 14.55 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnasson, aðalstjóra, og Tórir Michelsen, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 15.40.

  11. LM-116/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Hægri fíggjarkarmur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  12. Forkvinnan boðaði frá, at næsti fundur verður 02.05.2024, kl. 09:30.

Fundurin lokin kl. 15:55