Gerðabók: 1. rættarnevndarfundur

Fundur 1/2025

Rættarnevndin

Ár 2025, mikudagin hin 3. september, kl. 09:35, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-004/2025 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2024

    Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður kom á fundin kl. 9.40 saman við Heina Petersen, ráðgeva. Tey fóru av fundi kl. 10.00.

  2. LM-002/2025 Uppskot til løgtingslóg um at geva Húsalánsgrunninum ræðið á bygninginum Eirargarður 2 í Tórshavn

    Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu kom á fundin kl. 10.00 saman við Fríður P. Dalsgarð, tekniskum stjóra og Biritu Wardum, býararkitekti.

    Tey fóru av fundi kl. 10.25.


    Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum kom á fundin kl. 10.30 saman við Eli Christiansen, fulltrúa í Fíggjarmálaráðnum.

    Tey fóru av fundi kl. 10.40.


    Margit Stóra, landsstýriskvinna, kom á fundin kl. 10.45 saman við Pól Egholm, aðalstjóra og Høgna Iversen og Jóannes N. Dalsgaard, fulltrúum í Umhvørvismálaráðnum umframt Sigurð í Jákupsstovu, stjóra og Malenu Egeberg Jacobsen, varastjóra á Umhvørvsstovuni.

    Umboðini fyri Umhvørvisstovuna fóru av fundi kl. 11.05.


    Teitur Samuelsen, stýrisformaður í Bústøðum og Jógvan Ósá, stjóri komu á fundin kl. 11.05.


    Landsstýriskvinnan og embætisfólkini fóru av fundi kl. 11.30.

Fundurin lokin kl. 11:30