Gerðabók: 3. fíggjarnevndarfundur

Fundur 3/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2025, týsdagin hin 7. oktober, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-008/2025 Uppskot til samtyktar um skattafrítøku fyri hjálpararbeiði
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-009/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-012/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Prosjektera næsta byggistig fram til útboð)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-015/2025 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026

    Nevndin býtti økini í fíggjarlógini sínámillum:


    § 1 Løgting: Eyðgunn Samuelsen

    § 2 Løgmansfyrisiting: Eyðgunn Samuelsen

    § 3 Fíggjarmál: Magnus Rasmussen

    § 5 Fiskivinnu- og samferðslumál: Bjarni Hammer

    § 6 Uttanríkis- og vinnumál: Beinir Johannesen

    § 7 Barna- og útbúgvingarmál: Dennis Holm

    § 11 Heilsumál: Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen

    § 12 Almanna- og mentamál: Hanna Jensen

    § 14 Lógarmál: Steffan Klein Poulsen

    § 18 Umhvørvismál: Beinir Johannesen

  5. LM-016/2025 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2025-2 (Heystumfarið)

    Kl. 9.45 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og Oystein Sørensen, fíggjarfulltrúa.

    Teir fóru av fundi kl. 10.15.


    Kl. 10.16 kom á fund landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, Selmu Davidsen, fulltrúa, og Sjúrði Simonsen, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 10.41.


    Kl. 10.43 kom á fund landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum Eirikur í Jákupsstovu, saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, Birnu Steingrímsdóttir, fulltrúa, og Hera Petersen, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 11.02.


    Kl. 11.04 kom á fund landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, saman við Turið Arge, fíggjarráðgeva, og fyri Útlendingastovuna Sólva Gunnarsdóttir Dam, deildarleiðari, og Jógvan Thomsen, stjóri.

    Tey fóru av fundi kl. 11.21.


    Kl. 11.22 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum Ruth Vang, saman við Eli Christiansen, fulltrúa, Leif Abrahamsen, stjóra á Gjaldstovuni, og Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóra í Talgildu Føroyar

    Umboðini fyri Gjaldstovuna og Talgildu Føroyar fóru av fundi kl. 11.43.

    Landsstýriskvinnan við embætismanni hennara fór av fundi kl. 12.01.


    Málið varð viðgjørt og gjørt varð av at skriva álit.

Fundurin lokin kl. 12:20