Gerðabók: 2. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 2/2025

Trivnaðarnevndin

Ár 2025, týsdagin hin 21. oktober, kl. 09:25, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-005/2025 Uppskot til samtyktar um fíggjarligt ískoyti til persónar yngri enn 15 ár til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi

    Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, kom saman við Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og Tóru Petersen, stjóra á Sernámi, á fund kl. 9.40. Fóru av fundi kl. 10.10.

    Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, kom saman við Jan Simonsen, deildarstjóra og Guðrun Mariu Mortensen, fulltrúa í heilsumálaráðnum og Annu Kristinu Norðberg Niclasen, sersjúkrarøktarfrøðingi í psykiatri og Albertu Mc Leod Jacobsen, sersálarfrøðingi í barnapsykiatriini frá Barna- og ungdómspsykiatriini og Tummas í Garði, varastjóra á Landssjúkrahúsinum, á fund kl. 10.10. Fóru av fundi kl. 10.35.

    Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen kom saman við Jan Simonsen, deildarstjóra, Guðrun Mariu Mortensen, fulltrúa, og Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, á fund kl. 10.35. Fóru av fundi kl. 10.50.

  2. LM-007/2025 Uppskot til samtyktar um at gera eina rehabiliterings- og endurvenjingarlóg fyri Føroyar og stovna eitt endurvenjingarsentur
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-013/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov om sundhedsvæsenet på Færøerne (Udvidelse af Hjemmestyrets muligheder for at fastsætte regler om adgangen til ydelser i sundhedsvæsenet på Færøerne)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:10