Gerðabók: 2. mentanarnevndarfundur
Mentanarnevndin
Ár 2025, mikudagin hin 29. oktober, kl. 09:30, var fundur í Mentanarnevndini.
Stað: Fundarhøli 3
- Hallur Markná
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-020/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Hækkaður lestrarstuðul - fylgilógaruppskot til FLU 2026)
Kl. 11.13 komu á fund fyri MFS Andrias Nolsøe Jacobsen, forseti, og Sigmund V. P. Zachariassen, ráðslimur.
Teir fóru av fundi kl. 11.33.
Kl. 11.33 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og fyri Undirvísingarstýrið Vagn Foldbo, deildarleiðari, og Emil Sørensen, roknskaparleiðari fyri Studna.
Emil Sørensen fór av fundi kl. 11.50.
Djóni Nolsøe Joensen, Poul Geert Hansen og Vagn Foldbo vórðu verandi á fundinum í sambandi við annað løgtingsmál.
-
- LM-025/2025 Uppskot til løgtingslóg um stavrað
Kl. 9.40 kom á fund Regin Eikhólm.
Hann fór av fundi kl. 10.05.
Kl. 10.05 komu á fund fyri Føroya Lærarafelag Jacob Eli Olsen, formaður, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur.
Teir fóru av fundi kl. 10.25.
Kl. 10.25 komu á fund fyri Málráðið Lena Reinert, næstforkvinna, og Sonja Winthereig, starvsnevndarlimur.
Tær fóru av fundi kl. 10.45.
Kl. 10.45 kom á fund fyri Fróðskaparsetrið Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Føroyamálsdeildini.
Hann fór av fundi kl. 11.13.
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, Poul Geert Hansen, aðalstjóri, og Vagn Foldbo, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum vóru frammanundan á fundi í sambandi við annað løgtingsmál, og frá kl. 11.50 vóru teir á fundi í sambandi við hetta málið.
Teir fóru av fundi kl. 11.58.
-
Fundurin lokin kl. 12:10