Gerðabók: 6. fíggjarnevndarfundur

Fundur 6/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2025, hósdagin hin 30. oktober, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-008/2025 Uppskot til samtyktar um skattafrítøku fyri hjálpararbeiði
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-009/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-012/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Prosjektera næsta byggistig fram til útboð)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-015/2025 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-017/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Hækking av barnafrádráttinum – fylgilógaruppskot til FLU 2026)

    Kl. 11.49 kom á fund fyri Búskaparráðið Malan á Dunga, skrivari.

    Hon fór av fundi kl. 11.57.


    Kl. 13.36 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við Bjarna Askham Bjarnasson, aðalstjóra, og Djóna Højgaard, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 13.40.


    Málið varð umrøtt og gjørt varð av at skriva álit.

  6. LM-018/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-019/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (MVG frítøka fyri epli, grønmeti og barnablæur og broyttar MVG-reglur fyri brúktar leigubilar- fylgilógaruppskot til FLU 2026)

    Kl. 9.40 komu á fund fyri Bilasølufelagið Ásfinnur Sigvardsen, formaður og Marius Thomassen, ráðgevi.

    Teir fóru av fundi kl. 10.02.


    Kl. 10.05 komu á fund fyri Ferðavinnufelagið Henny á Líknargøtu, forkvinna, og Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi.

    Tær fóru av fundi kl. 10.20.


    Kl. 10.20 komu á fund fyri bilaleigufyritøkurnar ComeNorth.fo, Svend Aage Ellefsen, Rent.fo, Bergur Joensen, 62°N Bilaleiga, Aksel Poulsen og Hanus Christophersen, RentYourCar.fo, Jákup Breckmann, og Arctic.fo, Magni Brøðraberg.

    Teir fóru av fundi kl. 10.45.


    Kl. 10.48 komu á fund fyri Handilsvinnufelagið, Eyðvør Berg, forkvinna, Gunnar Mohr, nevndarlimur og Alvi Hjelm, ráðgevi og skrivari.

    Tey fóru av fundi kl. 11.05.


    Kl. 11.05 kom á fund fyri Veltuna Birgith Lassen, forkvinna.

    Hon fór av fundi kl. 11.18.


    Kl. 11.22 kom á fund landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, saman við Jóannu Djurhuus, deildarstjóra, og Unn Krákustein, fulltrúa, og fyri Kappingareftirlið Jógvan Thomsen, stjóri, og Sigurd Rasmussen, fulltrúi.

    Tey fóru av fundi kl. 11.45.


    Kl. 11.49 kom á fund fyri Búskaparráðið Malan á Dunga, skrivari.

    Hon fór av fundi kl. 11.57.


    Kl. 13.05 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við Bjarna Askham Bjarnasson, aðalstjóra, Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðiligum ráðgeva, og Djóna Højgaard, fulltrúa, og fyri TAKS, Eyðun Joensen, deildarleiðara, og Rana Reginsson Johansen, ráðgeva.

    Tey fóru av fundi kl. 13.34.

Fundurin lokin kl. 13:50