Gerðabók: 5. rættarnevndarfundur

Fundur 5/2025

Rættarnevndin

Ár 2025, mánadagin hin 3. november, kl. 09:30, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-011/2025 Uppskot til løgtingslóg um sterilisatión og kastratión (Sterilisatiónslógin)

    Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, kom á fundin kl. 9.40 saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, Tummas í Garði, varastjóra á Landssjúkrahúsinum og Ann Danielsen, yvirlækna.

    Ann Danielsen fór av fundinum kl. 9.55.


    Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, kom á fundin kl. 11.45 saman við Nellu Festirstein, aðalstjóra, og Bennvør Ferjá, fulltrúa og Monicu Hjelm Rasmussen, stjóra í Familjufyrisitingini.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 13.15.

  2. LM-014/2025 Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)

    Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, var framhaldandi á fundinum saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, og Tummas í Garði, varastjóra á Landssjúkrahúsinum, tá Diana Reynstind, yvirlækni, kom á fundin kl. 10.10.

    Landsstýriskvinnan og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 10.30.


    Jógvan Fríðriksson, biskupur, kom á fundin kl. 10.30.

    Hann fór av fundinum kl. 11.15.


    Rói á Kósini, nevndarlimur í Kommunulæknafelag Føroya kom á fundin kl. 11.20.

    Hann fór av fundinum kl. 11.40.


    Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, kom á fundin kl. 11.45 saman við Nellu Festirstein, aðalstjóra, og Bennvør Ferjá, fulltrúa og Monicu Hjelm Rasmussen, stjóra í Familjufyrisitingini.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 13.15.

  3. LM-023/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Lækka inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin og víðka virkisøkið hjá Vinnusjúkugrunninum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-024/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at seta upp vakmyndatól)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 13:15